Sangir fyri ítróttarmenn II

Orð og lag: Mikkjal á Ryggi
Lag 1: Andrea Árting
Lag 2: Johan Christian Gebauer

1. Á leikvøllum funnust í forðum
at venja sær hond og fót
teir reystastu dreingir í Norðum,
teim bilti ei magn og mót.

2. Teir kundu væl listir og leikir,
so mjúkir um hvønn lið,
tó ikki í limum veikir,
so kvikir og hepnir við.

3. Sum hjørtir skjótir at renna,
ei gratt teimum skot og blak,
hart mundu teir spengur spenna
til glíming og brøkratak.

4. Teir leiktu sum selir á sundi
við botnin og omaná.
Men øllum roysnum, teir kundu,
ov langt er at siga frá.

5. Ei vilja vit verri vera,
enn fedrarnir vóru tá.
Tey roysnir, teir kundu gera,
tey vilja vit eisini ná.

6. Ta ítrott, ið teir kundu gera,
hana vilja vit eisini ná;
tann heiður, ið teir mundu bera,
hann vilja vit eisnini fá.

7. So lat okkum koma saman
til fimleika manga stund
og fremja ítrott við gaman,
sum styrkir lív og lund.

FavoriteLoadingGoym tekstin