Sangir í moll

Orð og lag: Teitur Lassen

“Sangir í moll geva mær the blues”,
segði hon við meg og skrúvaði upp.

Dovið øl og stearin
rundan um James Dean,
tann fyrsti var dottin av í rúsinum.

Vit yptu øksl saman, sukku niður í bláman,
stjólu hvønn annan til sangir í moll.

Tá eg raknaði við var hon farin heim,
hurðin hjá mær stóð víðopin.
Ein friðarlig akkord, ið eingin annar hoyrdi,
summaði millum fløskurnar í stovuni.

Bert eitt kann henda, tá ið ljósið er tendrað
við tveimum, sum dansa til sangir í moll.

Vit yptu øksl saman, sukku niður í bláman,
stjólu hvønn annan til sangir í moll.

FavoriteLoadingGoym tekstin