Sangur á tínum degi

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Ta tíðina minnist, sum var tað í gjár,
og nú kann eg skriva um títt fyrsta ár,
skjótt er tað farið, á fótum tú er,
í lívinum stendur og trívist væl her,
… hvar vaks eg upp, hvønn spældi eg við,
hvørji ansaðu mær?
Gakk góða barn ígjøgnum tær gátur,
ið dagurin setir tær.

Tú kanst ikki bíða, tú vilt longu alt,
alt rundanum teg at kanna tú skalt,
fremmanda heimi tú sendir eitt bros,
tú spyrt, og tú skilur skjótt álvaratos
… hvar skal eg í skúla, hví búgva vit her,
hvørji kenna vit best,
nær skal eg vitja ommu og abba,
tey kenna søgur flest?

Ein varandi árstíð er várið í tær,
og gævi tað sprettur og sólina sær,
eitt mansbarn á foldum tú veksur teg til,
og sjálv manst tú fata og veitst, hvat tú vilt
… hvussu tú brúkar lívið hjá tær,
hvar ið tín samhugi er,
tak upp tær blómur, tú finnur á vegnum,
eg ynski tær góða ferð.

Her er tín sangur, her er títt lag,
sum eg tær gevi í føðingardag,
vit eru ung enn, og lívið er langt,
og saman vit skulu at uppliva mangt
… saman við vaksnum og børnum sum tær
í álvara, gaman og spæl,
gávur og heilsur á degnum tú fær
við vón um, tað gongst tær væl

FavoriteLoadingGoym tekstin