Sangur ljómar við Guðs Trónu, slíkur sum ei hoyrist her

Orð: J. Oatman
Lag: J. R. Sweney
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Sangur ljómar við Guðs Trónu, slíkur sum ei hoyrist her,
einglaskarin syngur lovsang, til Guðs Lamb sín fagna ber!
Teirra hørpur ljóma søtar, einglaskarin prís framber,
o, um vit teim kundu líkna meðan Guð’ vit tæna her!

Niðurlag: Heilagur, heilagur er sangur einglanna,
og eg skal syngja við í lagnum alla ævina!
Men tá eg syngi Lambsins Sang, hvør eingil tagna man,
tí einglarnir ei kenna til, hvat eg í Kristus fann!

2. Eg ein annan lovsong hoyri – lovsongsfylt hvør rødd og loyst,
til Guðs Lamb, oss endurloysti, Hann, sum er vár vón og troyst:
Út úr roynslutíðarmyrkri til Guðs Stað vit vunnu fram,
Hann í blóðsins reyðu keldu frelsti oss úr synd og skamm!

3. Hvør ein eingil tá man lurta, henda song ei kenna teir,
sum skal ljóða frá teim frelstu, sum nú sorg ei pínir meir,
neyð og tár og fall, men sigur og ein opnað Himmalgrind,
og tey prísa Endurloysar’num, sum loysti tey frá synd.

4. Skjótt ein dag mín loysta tunga skal av náði syngja har
Lambsins Sang, sum eingin eingil har av hjarta sungið fær!
Eg skal syngja um mín Jesus, sum á krossins træi bar
mína synd og mínar plágur, allar sjúkurnar á sær!

FavoriteLoadingGoym tekstin