Sangur teirra eftirløntu

Orð: Kirstine Nielsen
Lag: Hin tíðin, ið rann
Týtt: Jákup Berg
Upprunaheiti: Pensionistsang

1. Ein várdag ein vónríkur unglingi ber
sítt brá móti tølandi tindi,
ið lýsir og lokkar og tykist so nær,
og unglingin sterkur í sólskini lær,
eymt kíndur av várligum vindi.

2. Hann heldur, at lætt er at koma uppá,
og fátt kann á leiðini forða;
her fuglurin letur og loftleið er blá,
og stjørnurnar lýsa, tá nátt fellur á,
so funnvísur lætt er at spora.

3. So byrjaði ferðin í treysti og trá
upp lívsfjalla líðina brøttu;
har smeðið og illgongt er, segðist frá,
og ofta í ótta sær hugin brá,
tá snávandi fót vandi hótti.

4. Eitt blomstrandi teppi so vakurt at sjá
var ofta ein lúrandi fári,
tað fjaldi kanska rivu og gjá,
ið hættislig var at sleppa ífrá
í hesari líðini sváru.

5. Og ofta í toku hon huldi tey, nátt –
tey mál, ið torfunnin vóru.
Í tíðarmeldri mangt smildraðist smátt,
av unglingadreymum í huga er fátt –
tær bliknaðu, hugsjónir stóru.

6. Men merkti enn ferðin teg nógv ella lítt,
so tekur nú lotið at svala;
alt tykist mót kvøldi so fagurt og frítt,
so friðarligt, stilt í dagsetri blítt,
tá sólin hon byrjar at dala.