Sangur til George

Finnur Koba
Orð og lag: Finnur Koba

Tú sum fórt til India
Lýs mær tín dagligdag
Tú sum hevði lyndið, ja
Tordi at rýma avstað

Tú, sum tordi at flúgva
Tú, sum fleyg sum ein dúgva

Fekst tú tín íblástur?
Slapst tú av við tín iva?
Fekst tú títt sangfostur?
Tað, sum skuldi til fyri at liva?

Fekst tú fuglarnar at láta?
Fekst tú gittaran at gráta?

Næstu ferð, tú fer avstað
Tak meg við, tá tú fer til India
Kanska Goa-land næstu ferð
Har sigst jú vera eitt lítið stað
Eitt træ, sum øll kunnu roykja
Eitt stað, sum aldri kann doyggja

Kom og royk við mær
Kom og royk við mær

Kom og royk við mær í kvøld
Kom og flúgv við mær
Kom og sigl við mær
Kom og flúgv við mær í kvøld

Tú, sum fórt til India
Lýs mær tín dagligdag
Tú, sum hevði lyndið, ja
Tordi at rýma avstað
Fekst tú blómurnar at grína?
Fekst tú sólina at skína?
Fekst tú fuglarnar at láta?
Fekst tú gittaran at gráta?

FavoriteLoadingGoym tekstin