Sangur til Sonin

Orð og lag: Jóhan Mikkelsen

Nú skal eg tær siga,
eina fitta søgu.
Ein tanka av kenslum
eg oysa vil út.
Tað hendi tann dagin,
eg sá tíni eygu.
Ein skínandi kensla skein hesum eygum frá.

Tín lítla hond hon heldur,
So fast um mínar fingrar.
Við skínandi eygum
mamma gevur tær ein koss.
Vælkomin tú verið
inn í henda heimin,
við hjálp frá Jesu-pápanum
tú klárar byrðuna.

So fittur tú liggur
og skimast rundan um teg.
Eitt nøgdsemisljóð
um varrar tínar fer.
Tínir fingrar
teir leita
inn í henda heimin.
Tak fast um tað lív,
ið tær nú givið er.

FavoriteLoadingGoym tekstin