Sangur um flyting

Kári P.
Orð: Hanus Kamban
Lag: Kári P.

1. Tað skýmir, mín vinur –
hví stendur tú her?
og norðanættin um húsini fer,
tín hugur er tómur, av møði tað er,
ryggur tín bogin av sliti,
– ein finna tú ert í talvinum,
har pengarnir fólkið flyta.

2. Tú húsini átti har norði í Líð,
og bátin og trøðna og børnini trý,
men tíðirnar skiftu, úr bygd og í bý
neyðin teg noyddi at flyta
– tí ein finna tú ert í talvinum,
har pengarnir fólkið flyta.

3. Í býnum tú flutti í trongliga lon,
teg sjálvan tú seldi til Pihl & son,
til skatt og til leigu varð tikin tín løn,
til børnini valla ein biti
– ein finna tú ert í talvinum,
har pengarnir fólkið flyta.

4. Tú húsini seldi, tað hungurin beyð,
onkur tey keypti, sum nú eigur tvey,
men tú eigur einki, nóg illa til breyð,
og vilt tú grundina vita?
– jú ein finna tú ert í talvinum,
har pengarnir fólkið flyta.

5. Teir siga, teir elska teg yvir alt,
teir sum sita í veitslum og gera sær dælt,
tú slítur teg upp, og teir tøma tín hjall,
ja, leiva tær valla ein bita
– teir liva so væl av at styðja tað spæl,
har pengarnir fólkið flyta.

6. Um trogið, tú fyllir, teir flokkast hvønn dag,
teir reiðarar, stjórar og læknar á rað
teir gjalda ei skatt, og hví skuldu teir tað,
teir, sum við maktini sita?
– ein finna tú ert í talvinum,
har pengarnir fólkið flyta.

7. Í húsunum tínum nú halda teir frí,
okkurt akademiskt kommandittkompaní,
so gott er at sleppa sær burtur úr bý
at hvíla og hvessa sær vitið
til næsta leikin í talvinum,
har pengarnir fólkið flyta.

FavoriteLoadingGoym tekstin