Sangur um lóg og landaskil

Orð: Hanus Kamban
Lag: Týskt fólkalag
Viðmerking: Úr sjónleikinum “Lagnukringla” hjá sjónleikarbólkinum Gríma.

1. Tá vit vaknaðu við gleði
á tí fyrsta fagra degi,
heimsins stova sýntist víð.
Vermdi sól við sama ljósi
hann í borg og tann í fjósi.
Hart, men rættvíst var várt stríð.

2. Grulvaðu um skitnar gáttir.
Kveittu út um lágu smáttur.
Handan rimar svann vár verð.
Harmur tók í lund at brima,
tá vit lærdu á at skyna.
Hetta niðurstøðan er:

3. Vilt ei sóma tín tú missa,
vilt ei ríkmanshæl tú kyssa.
og tú bert í kroysu býr.
Lógin, klødd í stál og hjálmi,
dømir vist á Bremarhólmi.
Upprætt gongd tær roynist dýr.

4. Hevur granna tín tú hælað,
royndi falsa tú og stjala,
lógin skinn títt kannar tá.
Eigur borgir tú og garðar,
bert á økslum gull, hon svarar:
Hasin rádni, drív bert á!

5. Slík er læra vár um standin.
Tvinnar lógir eigur landið,
gjøgnum øldir skornar til:
ein til hann, sum einki eigur,
ein til tann, hvørs gylt er reiður.
Slíkt er, slíkt er landaskil.

FavoriteLoadingGoym tekstin