Sangurin um orð, tøl og tos

Orð og lag: MC-Hár

Hula orð og hula borð
hula morð og hula snor
orð eru orð uttan fyri meg null nakin null
orð eru orð uttan fyri teg eitt eldri egg
orð eru orð innan í mær tvey turr tøl
orð eru orð innan í tær trý treisk trøll
orð eru orð í hesari verð at fýra feitar
orð eru orð í aðrari verð fimm feit fólk
orð eru orð nú og her seks seks seks
orð eru orð hina ferð sjey sjúk skjøl
tøl eru tøl og tøl eru orð átta átjan ár
tøl eru tøl og tøl eru orð nýggju nógv nýggj

Eg læs einaferð eina bók um ein mann
hann skeyt seg sjálvan og lukkuna fann
eg skilti tað ikki, men skilji tað nú
maðurin var líka býttur sum tú
eg skilji einki, men eg skilji teg
skilur tú hetta, so skilur tú meg

Tosa um mjørka og tosa um sól tos, tos tos
tosa um hønur og hanan sum gól tos tos tos
tosa um einki og tosa um nógv tos tos tos
tosa um fisk og hálvturr kjógv tos tos tos
tosa um orð og tosa um tøl tos tos tos
tosa um Ludo og onnur spøl tos tos tos
ein deyður hundur, ein hálvdeyð kúgv tos tos tos
ein myrdur klumpur, ein neyðtikin súgv tos tos tos
eg helt tað var vín, ið mest líktist mjólk tos tos tos
eg ræddist teg, men eg elskaði fólk tos tos tos
eg skilji einki, men eg skilji teg tos tos tos
skilur tú hetta, so skilur tú meg tos tos tos

Eg læs einaferð eina bók um ein hund
hann doyði av hungri og fekk sær ein blund
eg skilti tað ikki, men skilji tað nú
hundurin var líka svangur sum tú
eg skilji einki, men eg skilji teg
skilur tú hetta, so skilur tú meg

Rapp, rapp, rapp
vit renna kapp
rappa, rapp, rapp
vit renna kapp
orð, orð, orð
málsligt morð
orð, orð, orð
málsligt morð

Eg læs einaferð eina bók um eitt orð
tað brendi á báli og hittið eitt borð
eg skilti tað ikki, men skilji tað nú
borðið var líka brent sum tú
eg skilji einki, men eg skilji teg
skilur tú hetta, so skilur tú meg

So skilur tú

Rapp, rapp, rapp
vit renna kapp
rappa, rapp, rapp
vit renna kapp
orð, orð, orð
málsligt morð
orð, orð, orð
nýmálsligt morð

Hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
hvat kunnu vit læra, hvat síggja vit her?
jú orð altíð sigra triðju hvørja ferð
(SBN/TjÈ)

FavoriteLoadingGoym tekstin