Sanna ungdómsgleðin er at kenna Gud

Orð: Ókent svenskt tónaskald
Lag: Fólkalag
Týtt úr norskum: Inga Simonsen
Upprunaheiti: Virkelig ungdomsglede

1. Sanna ungdómsgleðin er at kenna Gud,
ja, at vera frelstur og eiga hann til lut,
meðan ein er ungur at ganga á tí veg,
har sum Harrin sjálvur fylgist við mær her.

Niðurlag: Takk, at tú meg frelsti, tá eg ungur var,
takk, at blóð títt rann, ja, fyri okkum har.
Takk, at tú gekst vegin til kvølfullan deyð
fyri meg at frelsa út úr synd og neyð.

2. Sanna ungdómsgleði verðin ei mær gav,
nei, eg sakk bert djúpt í syndarinnar hav;
men tú, Harri, fann meg, hjálp tú sendi mær,
og í ungdómsárum fylgist eg við tær.

3. Sanna ungdómsgleði tú ei fáa kann,
um tú vrakar Jesus og ei velur hann,
hann, sum lá og stríddist í Getsemane,
og at enda lív sítt gav hann fyri teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin