Sannhjartað, heilhjartað, trúføst og lýðin

Frances Ridley HavergalVictor Danielsen
Orð: Frances Ridley Havergal
Lag 1: Frances Ridley Havergal
Lag 2: Josiah Booth
Lag 3: George Coles Stebbins
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: True-hearted, whole-hearted

1. Sannhjartað, heilhjartað, trúføst og lýðin
ynskja vit, Jesus, at vera mót tær
og undir merkinum tolin og íðin
stríða og vinna, tí hvílan er nær!

Niðurlag: Arbeið við gleði!
Skjótt aftnar dagur;
syng honum lovsong og stríð fyri hann,
vís honum trúskap, tæn honum glaður,
honum, sum lívið so dýrt okkum vann!

2. Sannhjartað, heilhjartað, fullasta lýdni
vilja vit hereftir lata hann sjá;
mansliga virkan og sonarligt ídni
sjálvboðið, frítt skal sum offur hann fá.

3. Sannhjartað, heilhjartað vilja vit, Harri,
undir títt vald leggja kenslur og alt,
ráð tú her eina og drag okkum nærri
til tín, og æruna eiga tú skalt!

FavoriteLoadingGoym tekstin