Sannleikans andi, lat sannleikans ljós títt oss skína

Orð: Valdimar Briem
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. Sannleikans andi, lat sannleikans ljós títt oss skína,
send oss í myrkrinum himmalsku ljósstrálu tína;
sannleikans sól
fram til Guðs hátignarstól
lati tú leið okkum sýna.

2. Kærleikans andi, kom við tíni sigrandi megi,
fløva várt hjarta, og styrk oss á kærleikans vegi.
Guðs ást og trúgv
festi í bróstinum búgv,
mennist har dag undan degi.

3. Friðmikli andi, til sælasta friðin oss leiði,
semju og blídni og vinalag vítt tú út breiði;
veit oss tín frið,
himmalska faðirsins við;
heimferð til hans okkum greiði.

4. Heilagur Andi, títt heilaga kristinlið styrki;
títt vil hin óndi tað týna við oyðandi yrki;
herjar hann á,
Heilagi Andi, ver tá
sjálvur vár lívd og várt virki.

FavoriteLoadingGoym tekstin