Sára mín

Orð: Oskar Hermannsson og Poul Arne Joensen
Lag 1 (fyrsta ørindi og niðurlagið): Peggy Lee/Dave Barbour
Lag 2 (seinna ørindi; niðurlagið verður ikki sungið): Vísulag

1. Sára eitur genta mín, hon er av Selatrað.
Hon tænir nú í Tjørnuvík og er í góðum lag.
Hjá Peri uppi Suðuri, hon passar høsn og neyt
og so dugir hon so sera væl at kóka Peri greyt,

:,: O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,:

2. Sára seymar blóðmørsindur – eltir garnatálg.
Hon er von og tekkilig, og so er hon so fjálg.
Hon bindur troyggjur, vøttir mær og lappar hvørja spjørr,
og fyri tað eg gevi henni lítlan koss á vørr.

:,: O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,:

3. Vit hittust í plantasjuni, tað var eitt leygarkvøld.
O, Sára! Sára! Sára, mín, o, sum tú tá var køld.
Mánin skein á sund og fjør og gylti frystu ong,
og tá ið eg so kroysti teg, tá brakaði hvør spong.

:,: O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað. .:,:

4. Tá aftur eg til heystar komi, Sára, Sára mín,
tá skalt tú vera brúðarklødd, so vøkur og so fín.
Hjá Peri uppi Suðuri, vit gifta okkum inn,
tann fyrsti lítli “sprellibassin”, hann skal eita Finn!

:,: O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin