Sat eg mær á vári og stardi yvir sjó

Orð: M.S. Viðstein
Lag: Oluf Ring

1. Sat eg mær á vári og stardi yvir sjó,
kring um hól og heyg
heiðafuglur fleyg,
fram við strond eg hoyrdi vársins fragdarljóð:
tjøldrini so fagurt nevjareyð.

2. Sat eg mær á sumri fram við fjallatrom,
kring um hól og heyg
heiðafuglur fleyg,
móti mær hátt “klippandi” fuglaflokkur kom:
tjøldrini so fagurt nevjareyð.

3. Sat eg mær í haga millum eyr og lyng,
yvir hól og heyg
heiðafuglur fleyg,
hugaði mær mest, har fuglur fleyg í ring,
tjøldrini so fagurt nevjareyð.

4. Sungu allir fuglar ungarnar í song,
fátt um hól og heyg
heiðafuglur fleyg,
seinast mundu stinga høvur undir vong
tjøldrini so fagurt nevjareyð.

5. Sat eg mær um heystið ytst á sjóvarklett’,
fram við hól og heyg
ferðafuglur fleyg,
pikkaðu í fjøru, pikkaðu seg mett,
tjøldrini so fagurt nevjareyð.

6. Siti eg á vetri og stari yvir sjó,
stormur herjar heyg,
har ið fuglur fleyg,
leingist mær at hoyra “kliipini” so fró,
tjøldrini so fagurt nevjareyð.

7. Tá ið vetur doyr, tey lætta sær á flog,
og so flúgva tey
yvir hav og heyg
heim til Føroyar, bera vársins fragdarboð,
tjøldrini so fagurt nevjareyð.

FavoriteLoadingGoym tekstin