Saxingardagur

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag 1: Regin Dahl
Lag 2: Kvæðalag (Veturin kom við kulda og kava)

1. Fagur er morgunin. Sólin lær.
Títlingur titar, og likkan lær.
Starar á tekjuni flagsa.
Veðrarnir royna tey sterku horn.
Bóndin fyllir í stólpan korn;
hann ætlar sær út at saksa.

2. Koyrir hann kannubærar tólv
niður í sekk; og fram á gólv
til hønuna tveitist ein nevi;
– gamla skrukkan hon er so rak -.
Torvskerin stendur við hurðarbak.
“Tak brýnið og svarva grevið.”

3. Um fræið er gott, at vita hann fær,
hann sáar eitt sindur í torvur tvær
og goymir tær uppi á bita.
Fólkið alt út á bøin fer,
hvør lítil piltur sín haka ber,
eingin vil inni sita.

4. So syfta vit sáðið í svørtu jørð.
Úr myrkrinum upp í ljós tað grør,
saksa tað tí væl niður.
Harvan hevur so skjótt eitt lag,
hakin kemur so seint úr stað;
men seigur er gamal siður.

5. Hakarnir høgga so títt, so títt.
Um nón og vestur tað er so lýtt.
Tivandi genturnar anda.
Sólin brennur á blómukinn;
leikandi glatt er hitt unga sinn.
Dreingirnir hvítklæddir standa.

6. Klárarnir klappa dun í dun.
At mylda væl, tað ger góðan mun;
men meiri Guds signing hin sæla.
Hann gevi oss lýkku og sól og æl;
so grønkast bøur og hagi væl,
og velturnar frískar næla.

FavoriteLoadingGoym tekstin