Seg lágt yvir hav

Orð: G.L. Samuelsen
Lag: Carl Vilh. Fosaa

Seg lágt yvir hav hevur kvirrið seg lagt
hann stendur har frammi aleina á vakt,
eitt eystanlot leikar við kinn hans og hár
og turkar av eygum eitt longsulsins tár.

Hann sær handan alduna heystarlig tøk
tær heimligu líðir – tann nýslidna bø,
har genturnar leika til látur og spæl
ein er millum teirra, ið hann dámar væl.

Man hon kanska onkuntíð støðga eitt bil
og veingja eitt loyndarsmíl Grønlandi til,
og tíða teir dreymar og gita tey orð,
sum følna á landi, men blóma umborð.

FavoriteLoadingGoym tekstin