Segði eg Tær, Harri, hvat eg misti

Orð: Emanuel Minos
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: :,:Jeg begynner om igjen:,:

1. Segði eg Tær, Harri, hvat eg misti,
tá eg vendi mær frá Lívsins Veg,
hvussu henda heimsins stutta gleði,
tá gjørdist so tóm fyri meg?
Segði eg Tær, Harri, hvussu mangan
yvir lívsins leið bleiv burtur Tú,
meðan væl eg fjaldi mína pínu?
O, Harri, eg sigi tað nú!

Niðurlag: :,:Eg av nýggjum byrja vil:,:
pílagrímsins leið til Himmalin.
Her er leirið Tær í hond,
evna meg við Tíni Ond,
eg av nýggjum, av nýggjum byrja vil.

2. Segði eg Tær, Harri, hvat sum førdi
barndómsgleði mína djúpt í synd,
so hvør reinur tanki og hvør dreymur,
varð spiltur í ólevnað, synd?
Segði eg Tær, Harri, hvussu ivin
spilti alt, sum her eg trúði á?
Plágaður eg verði bert av angist,
men, Harri, hoyr, nú er mín trá:

3. Eg í angur, Harri, nígi niður
við Tín kross og søki andlit Títt;
tí Tú keypti meg við Tínum blóði
og strikaði skuldarbræv mítt.
Harri, á, um eg tó bara kundi
gull og silvur borið Tær sum takk,
men eg eigi einki Tær at bera
enn bara meg sjálvan sum takk!

FavoriteLoadingGoym tekstin