Selatrað 8. juni 1626

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Egi Dam

1. Sólin sær í sóljukopp
– summar um bálandi vað –
sólin sær á mannakropp
– hongdur í gálgatræ.

2. Gev oss í dag várt dagliga breyð,
hjálp oss, Kristus, Gudsson.
– Summi søgdu, hann stjól av neyð
Pætur Jákupsson.

3. Tólv fiskar og seks hosnapør
– summar um blánandi vað –
tvey ærskinn og ein fótamør
– hongdur í gálgatræ.

4. Átta pør av húðaskóm
– summar um blánandi vað –
tvey kúgvajúgur og eina brók
– hongdur í gálgatræ.

5. Tíggju ostar, lykkja av grind
– summar um blánandi vað –
krovini trý var tín størsta synd
– hongdur í gálgatræ.

6. Náttarfrið kann bóndin nú fá
– summar um blánandi vað –
spakuliga snarar tú á
– hongdur í gálgatræ.

7. Eitt lot av vestri teg snarar í kring
– summar um blánandi vað –
stevndur inn fyri Selatraðting
– hongdur í gálgatræ.

8. Gev oss í dag várt dagliga breyð,
hjálp oss, Kristus, Gudsson.
– Summi søgdu, hann stjól av neyð
Pætur Jákupsson.

FavoriteLoadingGoym tekstin