Send honum boð, sum navnið Jesus ber

Orð: Konrad Odinsen
Lag: Artur Skrede
Týtt: Victor Danielsen

1. Send honum boð, sum navnið Jesus ber,
sum bjarga kann og grøða mentur er,
sum tær til frelsu higar sendur varð –
send honum boð, tú sál, og frið tú fær!

2. Send honum boð, tá hjálp tú treingir til!
Í myrkum løtum hann tær lýsa vil;
tá ongan veg tú longur síggja kann –
send honum boð ta stund – hann sær teg, hann!

3. Send honum boð, tá ivin nívir svárt!
Ein stund við honum – alt er aftur klárt,
tá tú í táradali ganga má –
send honum boð, og hjálp tú tá skalt fá!

4. Send honum boð, tá sorgin tyngir teg,
og alt er vónleyst, ei tú finnur veg,
tá trúgvin svíkur teg á øll og alt –
send honum boð, og svar tú fáa skalt!

5. Send honum boð, tá sólin lýsir bjørt,
tá alt er fagurt, vónríkt, ljóst og stórt!
Og tá ið hallar dagur, nátt er nær –
send honum boð, og hann skal hjálpa tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin