Send Honum boð, tí Harra Jesus Krist

Orð: Konrad Odinsen
Týtt: Edmund í Garði (ørindi 1-5) og Kajfinn Hammer (ørindi 6)

1. Send Honum boð, tí Harra Jesus Krist,
sum frelsa kann og veita sálum vist!
Hann, sum á fold av Guði sendur var,
send Honum boð og frið Hann veitir tær.

2. Send Honum boð, tá hjálp tær tørvar her;
á myrku stund Hann fegin ljós tær ber.
Tá onga leið títt eyga meir kann sjá,
send Honum boð, og brátt er Hann tær hjá!

3. Send Honum boð, tá ivandi tú er’;
ein stund hjá Honum – allur ivi fer!
Tá leiðin tín um táradalin lá,
send Honum boð og hjálp tú brátt skalt fá.

4. Send Honum boð, tá sorgin nívir teg;
alt vónleyst er, tú hómar ongan veg!
Tá trúgvin glapp á allar lutir her,
send Honum boð, sum lívsins trúgv tær ber!

5. Send Honum boð ta vøkru gleðitíð,
tá byrður ber og eydnan brosar blíð!
Tá dagur aftnar yvir deyðans dal,
send Honum boð, sum altíð alt ger væl.

6. At enda boð Hann sjálvur sendir mær;
meg kallar heim til Sabbatshvíld hjá Sær!
Ei meir mær tørvar Honum senda boð,
eg síggi Hann, sum elskaði meg so!

FavoriteLoadingGoym tekstin