Send tínar streymar av náði

Orð: Daniel Webster Whittle
Lag: James McGranahan
Týtt: Edmund í Garði
Upprunaheiti: Showers of blessing

1. Send tínar streymar av náði,
Gud, yvir tystandi jørð!
Letur tú upp tínar goymslur,
lívið brátt sprettur og grør.

Niðurlag: Streymar, streymar av náði,
kærleika, gleði og frið’,
send ei bert dropar av náði,
send okkum streymarnar við!

2. Send tínar streymar av náði,
send okkum vekingarond!
Leið oss í angur við tárum,
slít sundur fjøtur og bond!

3. Send tínar streymar av náði
til hvørja tystandi sál!
Lívga tey troyttu og veiku,
birt okkum kærleikans bál!

4. Send tínar streymar av náði,
Harri vár, send teir í dag!
Fyll oss við kraft frá tí høga,
tætt til tín kross okkum drag!

FavoriteLoadingGoym tekstin