Send tínar streymar av náði

James McGranahanVictor Danielsen
Orð: Daniel Webster Whittle
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Showers of blessing

1. Send tínar streymar av náði,
Harri, áh, hoyr vára bøn!
Opnar tú Himmalsins portur,
turrasta jørð verður grøn.

Niðurlag: Streymar, streymar av náði
vænta vit, Gud, frá tær nú;
send ikki dropar, vit biðja,
streymar, áh, Gud, sendi tú!

2. Send tínar streymar av náði,
send okkum vakningarond,
boygg okkum niður í angur,
brót várar leinkjur og bond!

3. Send tínar streymar av náði!
Bíðandi standa vit her;
rødd tína sterku lat ljóða,
lív hinum doyggjandi ber!

4. Send tínar streymar av náði!
Takk, tú gavst okkum eitt tekn:
Fram yvir fjøll, yvir dalar
kemur eitt vakningarregn!

FavoriteLoadingGoym tekstin