Sendið ljós

Orð og lag: Charles H. Gabriel
Týtt: Victor Danielsen

Hoyr eitt róp, sum Harrans Andi higar ber:

Sendið ljós, sendið ljós!

Dýrar sálir eru til at frelsa her,

sendið ljós, sendið ljós!

Sendið ljós! Hitt glaða frelsuboð

ljóði frítt frá strond til strond!

Sendið ljós! Lat evangelium

náa fram um hav og lond!

Lat øll Guds børn biðja nú sum aldri fyrr.
Sendið ljós, sendið ljós!
At vár Gud má opna sínum orði dyr.
Sendið ljós, sendið ljós

FavoriteLoadingGoym tekstin