Sera ser vísa

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

dallas disko dollars kvøldlot
krúp inn í mítt knarvakot
tú ein lítlan eg ein stóran
koyr so restina í stjóran

lívið er eitt hundalív
fyri mann og mús
fá tær eina runda vív
og skunda tær til hús

mimir kaggin keldan dropin
lúr um hurðin stendur opin
situr har inni við bálið í kvøld
dukku-lisa ísakøld

havnin er ein farlig havn
fyri mann og mús
dukku-lisu tak í favn
og skunda tær til hús

henda vísan er sera sera ser
so eg haldi at
eg endi hana her

vestmenn hestmenn festmenn bestmenn
reystmenn geva tær ein brest – men
reis teg aftur halt so á
til tú finnur lívsins reyða tráð

lívið er eitt puslispæl
fyri mann og mús
um tað ikki eydnast væl
so skunda tær til hús

henda vísan er…

FavoriteLoadingGoym tekstin