Sí, tað Guds lamb við barnaeygum blíðu

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 30. sept. 2008.

Sí, tað Guds lamb við barnaeygum blíðu!
tað Jesus er, sum tók teg í sín favn,
teg ritaði ta morgunløtu fríðu
í sína hond og nevndi tá títt navn.

Sí, tað Guds lamb í tínum ungdómsdøgum!
tá lívið blómar, og tú leggur leið.
Set mál títt hátt og lít mót hæddum høgum.
Fylg Jesusi her alt títt æviskeið.

Sí, tað Guds lamb í vaksnamannatali!
tá synd og skuld tær tyngja lívsins veg.
Um fallin tú enn ert á stríðsins vali,
sí tá Guds lamb, ið ber alt fyri teg.

Sí, tað Guds lamb, tá sól í vestri setur!
og myrkur legst um alt, títt eyga sá.
Ta stund tú Lambið Guds skalt kenna betur,
tá andlit tú til andlits Krist skal sjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin