Sí, til tín kemur kongur tín

Orð: Johs. Mortensen

1. Sí, til tín kemur kongur tín,
vil frelsari tær vera.
Hann legði frá sær guddóm sín,
læt tænara seg gera.

2. Og tó hann himins kongur er,
sum alt og øllum býður,
hann lítillátin er á ferð,
á asnafyli ríður.

3. So eyðmjúkur í sál og sinn’,
so lágt seg bendir niður,
at hann vil koma til tín inn,
um rúm hjá tær hann biður.

4. Hann bestu tænastu tær ger,
vil teg við Guð sameina.
Hann heimsins syndir burtur ber
sum tað Guðs lambið reina.

5. Hann er á ferð til kross og deyð’
har loysigjald at vera,
teg frelsa út úr størstu neyð
og ævigt lív tær bera.

6. Ja, tæna vil tær kongur tín
við deyðans sváru pínu,
teg klæða vil í brúðarlín
og telja millum síni.

7. Og tak hann tó í bróst á tær,
hans sáttargerð í hjarta,
tú frelsu tá við krossin sær
og fjaldu dýrd hans bjarta.

8. Nú lovað veri koma hans,
vælsignað navn hans veri,
øll bindið honum heiðurskrans
og hosianna berið!

FavoriteLoadingGoym tekstin