Sí, úr havi rísur nú morgunsól

Orð: Jacob Knudsen
Týtt: Axel Tórgarð

1. Sí, úr havi rísur nú morgunsól,
roðandi hon logar á heyg og hól.
Sólarglæman ljómar um høv og lond,
nú tá ljósið lendir á heimsins strond.

2. Eg vil lætt og frítt draga andadrátt,
syngja Guði lov, nú er horvin nátt;
bera honum tøkk hvørja morgunstund,
hóast synd og deyða er ljós mín lund.

3. Bera honum tøkk, tí tá sólin rann,
eg í sál og likami kenna kann
sæla troyst, og ugga fær sálin mín,
bert eg sigi trygt: Verði vilji tín.

4. Tori eg at fevna teg, stundin sæl,
nevna teg við nøvnum, mær líkar væl,
nøvn, sum mínum kærleika siga frá:
móðir, systir, unnusta, hjartans trá.

5. Ljóshav eftir ljóshav at himni ber,
hagar lotið kemur, nú morgun er,
sum var ljósið andin, mær fell í lut.
Á, tú mildi skapari, faðir, Guð.

6. Lat meg bara fara um náttmyrk høv,
lat meg bara stevna at míni grøv,
lívsins Guð meg verjir á mínum veg,
og úr deyðans hondum hann frelsir meg.

7. Sí, tá rísur sólin úr havi brátt,
maktast myrkurs megi og deyðans nátt,
sigursljómur ljóðar um høv og lond,
stilt nú ljósið stendur á lívsins strond.

FavoriteLoadingGoym tekstin