Síðsta vakt

Orð: Harry Birtilíð
Lag: Amerikanskt fólkalag
Viðmerking: Yrktur ti minnis um Tummas (Boys) Johansen í Miðvági, sum var abbi høvundan.

1. Alt hann átti á fold, var ein koyggja,
og hann kendi seg heima umborð;
hann var gamal og lá til at doyggja,
men hann teskar tó enn hesi orð:

2. “Leið meg einaferð enn út á dekkið,
lat meg ganga ta seinastu vakt,
lat meg stýra tað seinasta strekkið,
áðrenn skipið til kai hevur lagt.

3. Hetta skip var mítt heim gjøgnum lívið,
og tað bar meg í suður og norð.
Nú til hvíldar eg ruraður blívi
mína seinastu frívakt umborð.

4. Tá mín deksvakt er komin at enda,
og mítt tørn til at stýra er av,
vil eg ongantíð út aftur venda
á tað stóra og brúsandi hav.

5. Leið meg einaferð enn út á dekkið,
lat meg ganga ta seinastu vakt,
lat meg stýra tað seinasta strekkið,
áðrenn skipið til kai hevur lagt.”

FavoriteLoadingGoym tekstin