Sig, hvør er hasin, sín kross má bera

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Sig, hvør er hasin, sín kross má bera
til spott frá fjøldini uttan tal?
:,:Jú, tað er Jesus, hin nasarearin,
sum gekk umkring og bert gjørdi væl!:,:

2. Hygg, undir krossinum har Hann hoknar,
Hann bar jú skuldarkrav títt og mítt!
:,:Frá tornakrúnuni um Hans enni,
hygg, blóðið flýtur so heitt og strítt.:,:

3. Hygg, har til spott Hann á trænum hongur,
hvør hevur fyrr slíka skurssjón sæð?
:,:Hann eygu Síni mót Himli vendi,
og fyri fíggindum Sínum bað!:,:

4. Hoyr, frá Hans varrum eitt “Fullgjørt!” ljóðar,
tá vunnin varð mær ein frelsa von!
:,:Hygg, heyggjar rivna og jørðin skelvir,
teir ásanna tá Hann sum Guðs Son!:,:

5. Vár skuld tað var, at Hann hekk á trænum,
vár skuld tað var, at Hann píndur varð!
:,:Vár skuld tað var, at Hann fór í deyðan,
tá fyri okkum Hann dómin bar!:,:

6. Á, sál, hvør dýrt varð tín frelsa vunnin,
hvønn høgan prís fyri teg Hann galt!
:,:Tú finnur ongan, so høgt teg elskar,
á, kom og gev Honum lív títt alt.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin