Sig, hvussu góður Harrin er

Orð og lag: Edward C. Avis
Týtt: Victor Danielsen

1. Sig, hvussu góður Harrin er,
sig bert eitt orð, sig bert eitt orð!
Statt fyri rætti, sannur ver,
sig bert eitt orð um Jesus!

Niðurlag:
Sig bert eitt orð, sig bert eitt orð,
boð um hans náði ber!
Sig, hvat hann gjørdi fyri teg,
sig bert eitt orð um Jesus!

2. Krossin tak upp og treystur ber,
sig bert eitt orð, sig bert eitt orð!
Tað eina mannin glaðan ger;
sig bert eitt orð um Jesus!

3. Sig, hvussu frið títt hjarta fann,
sig bert eitt orð, sig bert eitt orð!
Tað onkun annan frelsa kann;
sig bert eitt orð um Jesus!

4. Ræðst ikki, ræðst ei verðina,
sig bert eitt orð, sig bert eitt orð!
Hann, ið helt út, fekk krúnuna;
sig bert eitt orð um Jesus!

FavoriteLoadingGoym tekstin