Sig ikki Harrans náði nei

Lag: Henry Baker
Týtt: Victor Danielsen

1. Sig ikki Harrans náði nei,
frá ljósinum tær ikki vend,
og herð títt arma hjarta ei –
kom, frelstur verð – áh, kom í dag!

2. Kanska skjótt tíðin úti er
hjá tær, áh, sál, at venda við!
Kom, meðan boðið ljóðar her –
kom, frelstur verð – áh, kom í dag!

3. Gud bíðar enn, hann bíðar tær
í náði og í kærleika;
hvat, um hann burtur vendi sær! –
Kom, frelstur verð – áh, kom í dag!

4. Í heiminum ei friður er –
hvør er hans gleði følsk og tóm!
Far á ta leið, móti lívi ber –
kom, frelstur verð – áh, kom í dag!

5. Tí Gud í Himli ynskir ei,
at nøkur sál fortapast skal;
sig tú tí ei hans náði nei –
kom, frelstur verð – áh, kom í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin