Sig mær at eg droymi

Orð og lag: Petur Háberg Jacobsen

Siti her og hugsi hvat og hví
Hvar bleiv tíðin av
Dagur farin náttin hvørvur við
Eg hyggi út morgun aftur er

Sig mær at eg droymi
Sig mær at lívið enn er nær
Sig mær at tit enn eru har
Og løturnar og lívið enn er nær

Tá ið tokan lættir stilli er
Síggi kláran dag
Lívið gav mær teg og míni børn
Í gleðini tíðin fer sín veg

Alt tað tú mær gevur her á fold
Taki eg við mær
Til ein stað har tíðin stendur still
Men dagur enn er og lív er í míni verð

FavoriteLoadingGoym tekstin