Sig mær, minnist tú teir farnu dagar

Orð: Roland Rodby
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Sig mær, minnist tú teir farnu dagar,
tá Guðs eldur tær í hjarta brann?
Tá var stríð og mangur harður dystur,
men í trúnni sigur tú tó vann!

Niðurlag: Veking eins og tær í fyrndartíðum
ynskir Guð at senda Himli frá;
gev, Tín boðskap vit í kraft her boða,
so øll Tína frelsu kunnu sjá.

2. Ongar vakrar kirkjur, eingi tempul,
men í stovunum so trongligt var!
Eingi ritualir, alt var einfalt,
men Guðs kraft varð opinberað har!

3. Enn í dag kann undrið aftur henda,
tó tað komið er at náttartíð;
Harrin Sína kraft til tín vil senda,
brynja teg enn einaferð til stríð!

4. Skjótt er náðitíðin dýra farin,
Jesus komin aftur, – minst til tað!
Tá í ævir endað er alt stríðið,
sig mær, gleðir tú teg til tann dag?

FavoriteLoadingGoym tekstin