Sig mær ta gomlu søgu

Orð: Arabella Katherine Hankey
Lag: William H. Doane
Týtt: Victor Danielsen

1. Sig mær ta gomlu søgu,
hitt orð so mangan sagt,
um Jesus og hans kærleik,
um Jesus og hans makt!
Eins og við børn tú talar,
tú tala so við meg!
Tí hjáparleysur, veikur
og troyttur eri eg.

Niðurlag: Sig mær ta gomlu søgu,
sig mær ta gomlu søgu,
sig mær ta gomlu søgu,
at Jesus elskar meg!

2. Gev tær nú góðar stundir,
og lat meg hoyra klárt
hin undurfulla boðskap,
sum grøðir hjartað sárt!
Sig mær ta søgu ofta!
Eg gloymi jú so skjótt;
hin søga eina lívgar,
er sinnið troytt og møtt.

3. Eymliga tú tað sigi,
so álvarsamt og stilt,
at arma hjartað verður
av frið og gleði fylt!
Sig hesa søgu altíð,
um tú vilt vera mær
í vandanum ein vinur,
ein hjálp, er stríðið nær!

4. Sig mær ta somu søgu,
tá tú kanst síggja greitt,
at heimsins tóma gleði
av leið meg hevur leitt!
Og sært tú meg at stíga
á deyðans tunga veg,
so sig á síðsta sinni,
at Jesus elskar meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin