Sig mær ta gomlu søgu, sum gleðir sál og sinn

Arabella HankeyVictor Danielsen
Orð: Arabella Hankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Sig mær ta gomlu søgu, sum gleðir sál og sinn,
um Jesus og Hans kærleik, í hjartað syng tað inn!
Eins og við børn tú talar, tú tala so við meg,
so syndasærda sálin, kann gjølla skilja Teg.

2. Gev tær bert góðar stundir tey boð at bera mær,
tey tíðindi um Jesus, sum syndir mínar bar.
At hoyra hetta frásagt eg tíðum treingi til;
sum døgg for sól man svinna, so lætt eg gloyma vil.

3. Tú eyðmliga tað sigi, so álvarsamt og stilt,
so arma hjartað verður av frið’ og frøi fylt!
Sig hesa søgu altíð, hon eina hjálpa kann,
í henni bót og bjarging í trongd eg altíð fann.

4. Sig mær ta somu søgu, tá tú manst síggja greitt,
at heimsins tóma gleði av leið meg hevur leitt;
og sært tú meg at stíga á deyðans dapra veg,
so sig á síðsta sinni, at Jesus elskar meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin