Sig mær ta søgu, ið eldast ei skal

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Over and over again

1. Sig mær ta søgu, ið eldast ei skal,
sum øldirnar svinna avstað.
Um gjøgnum ár hon er søgd mær fullvæl,
hon nýggjari verður hvønn dag.

Niðurlag: Eina ferð, eina ferð enn!
Sig hana eina ferð enn!
Sig mær ta søgu, ið er mær so kær,
sig hana eina ferð enn.

2. Eingin er søgan, sum dýrari er,
sum gleða kann hjørtuni móð,
tíðindi góð til hvønn syndara her,
um Jesusar reinsandi blóð.

3. Sig mær frá, hvussu hann leið fyri meg,
tá hann doyði Golgata á,
hví at hann gekk henda pínslunnar veg,
at eg kundi frelsuna fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin