Sig mær, um tú enn kanst droyma

Lina SandellOscar Ahnfelt
Orð: Lina Sandell
Lag: Oscar Ahnfelt
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Kan du endnu gå og drømme

1. Sig mær, um tú enn kanst droyma
um eitt lív í eydnu her,
tó tú sært og mangan kennir,
hvussu ódrúgv eydnan er?
Ríkidømi skjótt fær veingir,
gleðirósan følnar brátt.
Sum eitt sprek á havsins bylgjum
ert tú tá í ódnarnátt.

2. Vilt tú, sál, tá velja deyðan
nú, ið lívið bjóðast tær?
Vilt tú aftur lata Jesus
fara frá tær uttan svar?
Skalt tú venda Gudi bakið,
hann, sum vildi tær alt væl,
halda fram í gleðirúsi
í hin myrka sorgardal?

3. Hættir tú tær grøv at nærkast
uttan nakra fasta vón,
og tá deyðans eingil bankar,
gerst hann tá ein ræðslusjón?
Um tú heldur fram at gera
Harrans orð til spott og háð,
einsamallur tú skalt standa
fyri dómsins Harra tá?

4. Steðga á, tí enn hann bíðar,
kallar teg í náði nú!
Skal hann nyttuleyst teg rópa?
Sig mær, sál, hví bíðar tú?
Hoyr, hann bønar teg og rópar,
hoyr, áh, hoyr, enn bankar hann.
Vilt tú enn ei opna hjartað,
so at inn hann koma kann?