Sig tað aftur við meg, Jesus

Orð: Lina Sandell
Lag: C.C. Williams
Týtt: Victor Danielsen

1. Sig tað aftur við meg, Jesus,
sum tú forðum hevur sagt,
at tú neyðstøddum at hjálpa
hevur hjartalag og makt!
Tá ið sólin bjarta skínur,
tala Harri, tá um teg,
men ei minni, Jesus, tá ið
myrkrið hylur mær mín veg!

2. Sig tað aftur, várið kemur,
livna skulu deyðu bein,
at tín samkoma skal blóma
enn sum liljan skær og rein,
ja, at nýggir náðistreymar
væta skulu turran sand,
so at oyðimørkin bera
verður enn eitt Kána’ansland!

3. Sig tað aftur, sum tey skifta,
tíðir, ár og dagar her,
at hjá tær er eingin broyting,
har umskifting ikki er!
Hvørja ferð við nýggjum degi
hótta meg nýggj vandaskýggj,
sig tað aftur, at tín náði
eisini hvønn dag er nýggj!

4. Sig tað aftur, altíð aftur,
hetta eina fram um alt,
at tú elskar meg, áh, Jesus,
hevur meg til brúður valt,
ja, at fastari enn fjallið
stendur orð og lyfti títt,
at tað fólk, ið tú tær keypti,
tað er frítt og verður frítt!

FavoriteLoadingGoym tekstin