Sig tað aftur við meg, Jesus

Orð: Lina Sandell
Lag: C.C. Williams
Týtt: Victor Danielsen

1. Sig tað aftur við meg, Jesus,
sig: Eg eri friður tín!
Sig tað, tá ið vreiðar bylgjur
hótta veika bátin mín!
Sig tað, meðan stormur leikar,
tá ið harðnar lívsins stríð,
at hin sami, sum í forðum,
ert tú enn og alla tíð!

2. Sig tað aftur, kæri Harri,
sig, at greidd er skuldin mín,
at hann Faðir mín er vorðin,
hann, tú nevndi Faðir tín,
at tú hyggur enn á tann, sum
bivar fyri orðinum,
at títt hjarta rørist enn sum
fyrr av neyð hjá fólkinum!

3. Sig tað aftur, tú ert lívið,
vegurin og sannleikin,
og at tann, ið teg man síggja,
hann man síggja Faðirin,
ja, at ævigt lív hann eigur
og skal hoyra tína rødd,
tá ið tíni børn tú savnar,
hvar á fold tey eru stødd!

4. Sig tað aftur, sig tað aftur,
at hvørt einstakt hár er talt,
og at hvørja neyð, sum nívir,
kennir tú og javnar alt,
at tú sjálvur hevur verið
freistaður, og at tú tí
hjálp kanst veita teimum enn, sum
tola freisting, trongd og stríð!

FavoriteLoadingGoym tekstin