Sig vilt tú ei trúgva á Jesus

Orð: Nathaniel Norton

Lag: George Coles Stebbins
Týtt: 
Victor Danielsen
Upprunaheiti: Oh, what will you do with Jesus?

1. Sig, vilt tú ei trúgva á Jesus,
sum doyði fyri teg?
Til at bjarga tær frá deyða
hann gekk hin tunga veg.
Áh, sál, so sorgarbundin,
hann spyr: Nær kemur tú?
Sig, vilt tú ei trúgva á Jesus?
Áh, hvat verður svarið nú?

Niðurlag: Hvat verður svarið nú?
Hvat verður svarið nú?
Vilt tú ei trúgva á Jesus?
Áh, hvat verður svarið nú?

2. Sig, vilt tú ei trúgva á Jesus?
Minst, tíðin fer við hast!
Ver kvikur, tí náðihurðin,
so skjótt kann verða læst! –
Í aldur og í ævir –
hvør álvarsamt – steðga tú!
Sig, vilt tú ei trúgva á Jesus?
Áh, hvat verður svarið nú?

3. Áh, minst tó til Harran Jesus,
ta neyð og kvøl, hann leið!
Fyri tíni sál at bjarga
í deyðans dal hann steig.
Hví vilt tú drála longur!
Hvat meiri krevur tú?
Sig, vilt tú ei trúgva á Jesus?
Áh, hvat verður svarið nú?

FavoriteLoadingGoym tekstin