So siga vit nú hvør øðrum farvæl

Orð: Martha Clausen
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. So siga vit nú hvør øðrum farvæl,
og Jesus oss fylgi í náði!
Guðs friður við øllum um fjøll og um dal,
í bygd og á bylgjandi vági!
Guðs bjargandi hond
oss veri í nánd,
Guðs vilji í hjørtunum ráði.

2. O, hjálp oss Guð faðir, og hjálp okkum Krist,
at frelsunnar vegin vit finna!
Guð Heilagi Andi í hjørtunum gist,
lat kærleik og trúgv ikki linna!
Ja, ver okkum hjá,
og varðveit oss svá,
at himmalsins krúnu vit vinna!

FavoriteLoadingGoym tekstin