Sigarettir, whiskey og villar gentir

Orð: Eyðbjørn Jakobsen
Lag: Phil Spector

Eg holdin var maður, eg førdi stilt lív,
hevði nógvan penging og hartil gott vív
So hitti eg gentu so von var at sjá
hon lærdi meg at roykja og smakka mær á!

Sigarettir, whisky og villar gentur
tey gera ei gott, nei lít á mítt orð
Sigarettir, whisky og ørar gentur
tey leggja tær lívið og lagnu í sor.

Mítt hold tað er farið, eg líði nú neyð
havi ei pening til dagliga breyð.
Hygg at mær tú sær, at her gongur eitt vrak
ansa tær sjálvum ella sannar tú at:

Ritið á grøv mína, høgg í mín kross:
“Av kvinnum og whisky hann hevði sítt knoss,
tó var hann eitt hampafólk, tað veit hvør kleyv,
men trælur av kvinnum og whisky hann bleiv!”

FavoriteLoadingGoym tekstin