Eg síggi streymin reinsandi

Orð og lag: Phoebe W. Palmer
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg síggi streymin reinsandi,
títt dýrabara blóð,
úr tíni síðu rennandi –
ein frelsukelda góð.

Niðurlag:
Áh, kelda góð! Eg síggi teg,
frá synd, frá skuld tú reinsar meg,
tær, Harri, lovsong beri eg,
títt dýra blóð, tað reinsar meg!

2. Upp reistur standi eg í tí,
tað talar mína sak –
ein nýggjur, reinur skapningur,
sum var eitt syndavrak.

3. Tað førdi meg í himmalskt ljós
í hesi myrku verð;
um dóm og deyða lyftur upp
eg eri longu her.

4. Áh, dýra blóð! Tað Himmal er
á jørð at kenna teg
og síggja Jesus, Jesus bert,
krossfestan fyri meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin