Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer
1. Síggið, Guðs várs Ørk, sum er sjálvur Guð,
er millum Sítt Fólk í dag!
So lat okkum syngja eitt lovsangslag
til Frelsarans tokka glað:
Niðurlag: :,:O, ja, hon er komin, halleluja,
Guðs Ørk er komin henda veg!:,:
2. Sum Dávid dansaði fyri Guði,
tá Ørkin varð borin fram,
so hevur Guðs Fólk sín fulla rætt
at syngja á vegnum heim:
3. Og hóast kong Dávid varð vanvirdur,
tá hann fagnaði Ørkini,
fyri Harrans ásjón hann dansaði tó
við fagnaðarsangi og bøn:
4. Sum Ørkin førd varð til Dávids stað
við dansi og fagnaðarróm’,
so gera vit, tá Guðs Orð gongur fram,
Guði syngja ein nýggjan song!
5. Ja, Ørkin við Náðistólinum á
nú komin er henda veg!
Kom við í hitt frelsta kórið, sum
fyri Harranum frøir seg!
6. Jesus, vár Guð, er ein stórur Guð,
hjá Honum gerst keldan ei tóm;
hjá Honum basúnir og fagnaðarljóð
ljóða til lovsangsróm.
7. Um trælur í Fárao’s húsi tú ert
og kúrir og gremur teg,
so slepp tær nú leysum til lovsangsdans
við brúð’rini, sum fer heim!

