Síggj, har er Lambið Guds – á krossins træ

Lag: Elieser Poulsen
Týtt: Petur William Háberg

1. Síggj, har er Lambið Guds – á krossins træ,
burt alla synd so náðifult ber tað.
Áh, mikla kærleiksglóð,
mær bjargaði tann flóð:
Títt dýrabara blóð,
áh, Lambið Guds!

2. Síggj, har er Lambið Guds – nú er fullført
tað verk, sum sæl nú okkum hevur gjørt,
áh, at eg meiri var
í mildni líkur tær –
tær altíð verið nær,
áh, Lambið Guds.

FavoriteLoadingGoym tekstin