Eg sigi ja við Jesus

Orð: Albert B. Simpson
Lag: James H. Burke
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg sigi ja við Jesus
og ikki nei sum fyrr,
tá eg við stoltum hjarta
læsti í lás mínar dyr;
eg gevi heilt meg yvir,
biði hann koma inn,
svari nú heilt og einfalt ja
av hjarta, sál og sinn.

Niðurlag:
Eg sigi ja við Jesus –
Harri, eitt ævigt ja,
og hvat tú sigur, glaður eg
tær svari: Jesus, ja!

2. Eg sigi ja við Jesus;
tí hygg, á Golgata
øllum, ið Harrin lovar,
svaraði Jesus ja,
blóð hans meg aftur keypti,
lív hans er vorðið mítt;
ja, eg tí sigi: Likam, sál
og alt skal vera títt!

3. Eg sigi ja við Jesus,
nú liðugt er við nei;
Jesus meg trygt jú førir
lívsins ta góðu leið.
Lyktin hin bjarta – orð hans –
leiða meg skal hvønn dag;
tí skal eg nú á hvørt hans orð
av hjarta svara ja.

FavoriteLoadingGoym tekstin