Eg sigli fram yvir lívsins hav

Orð: Henry A. Tandberg
Lag: Klaus Østby
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg sigli fram yvir lívsins hav,
meg ber hin skiftandi bylgja;
tí kós, sum Jesus mær sjálvur gav,
eg ynski trúgvur at fylgja;
eg stevni fram mót teim ljósu londum,
við lívsins træi á føgrum strondum,
har altíð sól og summar er.

2. Og stundum byrurin góður er,
og nógvum øðrum eg fylgi,
sum halda fram hesa somu ferð
á lívsins ótryggu bylgju;
og slætt er havið, og sólin smílir,
langt burtur stríðið, og sálin hvílir;
so føgur tykist ferðin tá.

3. Men ofta eina á ódnarnátt
eg tráandi mundi hyggja,
tá villu sjógvarnir ýldu hátt,
og eingin viti sást skyggja;
men tá í mær eingin kraft er longur,
á bylgjuhavinum Harrin gongur
í síðstu, myrku náttarvakt.

4. Tá síðsti stormurin tagnar her,
og heimsins strond er at hóma,
í ljósi glitrar ein onnur verð,
ei henda oyðimørk tóma;
og jaspismúrar og perlur skyggja,
í glansi staðurin sæst at liggja,
og songur tónar móti mær.

5. Lat akker falla! Eg náddi havn –
farvæl, tú brúsandi bylgja!
Eg trygt meg leggi í Jesu favn,
hans, sum mær her vildi fylgja.
Og kendar røddir meg blíðar kalla,
sum akker míni so stilt nú falla
við lívsins ljósu, føgru strond.

FavoriteLoadingGoym tekstin