Sigling

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Vælkomnir, føroyingar

1. Vælkomin veri tú, fríski vindur,
tú lættir okkara tungu leið;
og um tú harðnar enn eitt sindur,
við hesum ráki bilar ei.
Nú hvíla vit væl móðan arm,
so glaðir um ein góðan farm.

2. Her fiskur var á hvørjum jarni,
slíkt eydnustund væl eitast má,
ja, næstan sum í sildagarni
so bleikt var fyri borð at sjá;
so hvørt ein innan stokkin hekk,
hin næsti krók í knokkin fekk.

3. Lat hvítan foss frá stevni strúka
og goysa yvir gullborð inn,
tveir kátir kallar í rúmi húka
og oysa út við bros á kinn;
so tungur nú vár bátur er,
ei undur í, hann vátur fer.

4. So mangan hevur hann lætt lopið
og borið fongin heim um sjó,
so mangan hevur hann saltan sopið,
tá alt í andarisi stóð,
á tiljur fullu aldurnar,
tá fleyt langt upp um snældurnar.

5. Í lótum lærdir Sámals lógvar
væl halda kunna um stýrisvøl,
og mangan millum brotasjógvar
hann stýrdi hesi dygdarfjøl,
so leikandi at londum gekk,
sum lagnan í hans hondum hekk.

6. Hygg! Krappir sjógvar bátin elta,
teir skunda allir inn mót skor
og kátir hvør um annan velta
og fussa fram í bæði borð
sum brasnir hestar baksandi
við hvítum faksi flagsandi.

7. Við skeyti og viðferð hart á tambi
hann strýkur yvir ægin blá
og fýkur oman av aldukambi,
so rytur dragna afturfrá;
ja, fljótt sum grammur kjógvin fer,
so skjótt nú fram um sjógvin ber.

8. Lat bara inn um tollar bróta,
so hava vit ein lættan dag,
lat sjógvin niður á herðar flóta,
so fáa vit eitt frálíkt bað.
Væl bornir fram av byrinum
vit eru nú á firðinum.

9. Nú leita allir bátar til landa,
tí luftin gerst so grim og grá,
og ilslig skýggj í erva standa,
so veðurskifti væntast má;
tað sæst á øllum líkindum,
hann kemur ei við mýkindum.

10. So lættlig gekk okkum leiðin drúgva,
og góða veiði Harrin gav.
Vit fróir inn um tangan snúgva,
og so er alt tað váta av;
nú slætnar undir fjølini,
brátt lenda vit á mølini.

FavoriteLoadingGoym tekstin