Siglir tú lívsins, hitt stormandi hav

Victor Danielsen
Orð og lag: Ókendur
Týtt úr donskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Sejlende hen over tidernes hav

1. Siglir tú lívsins, hitt stormandi hav,
langt frá tí lukku, tín barndómur gav,
frá teim foreldrum, ið elskaðu teg,
og sum teg lærdu um Frelsarans veg?

Niðurlag: Siglir tú lívsins hitt stormandi hav?
Steðga nú, vinur, tú veitst ikki av,
fyrr enn teg deyðin kann taka í favn;
ov seint er tá til at leita í havn.

2. Siglir tú? Steðga nú skútuni her,
áðrenn í myrkri tú siglir á sker!
Kennir tú vandarnar havinum í?
Sálirnar ótaldar sukku í tí.

3. Syndhavið villa – áh, siglir tú har?
Vel ikki deyðan, nú Gud býður tær
venda tær burtur frá synd – áh, vel hann,
frelsuna vel tær, nú, meðan tú kann!

4. Siglir tú? Velja tú mást – ger tað brátt –
Himmalsins ljós ella Helvitis nátt!
Kalla á Harran – enn, enn kanst tú fá
lívið og sæluna – ivast ei tá!

FavoriteLoadingGoym tekstin